Sjómannadagsblað Vestmannaeyja 1990/ Sjóólukkan við Langanes

Úr Heimaslóð, Sögusetri Vestmannaeyja
Fara í flakk Fara í leit

Niklas Nielsen:

Sjóólukkan við Langanes 25. september 1927

Greinarhöfundur, Niklas Nielsen, vígalegur á svipinn við vinnu í Hraðfrystistöðinni.

Höfundur þessarar greinar, Niklas Nielsen, er líklega kunnastur í Vestmannaeyjum sem Lási Færeyingur. Hann er fæddur 1915 í Sunnbö í Færeyjum (bærinn er oft skrifaður Sumba og nafnið þýðir sólarbær).
Eins og Færeyinga er siður byrjaði Niklas ungur að stunda sjó á skútum og hingað til íslands kom hann í fyrsta sinn árið 1930, þá á skútu. En árið 1944 kom hann hingað til Eyja á vertíð, ásamt fleiri Færeyingum. Meðal þeirra var Jóhann Weihe sem er búsettur hér í Eyjum. Niklas var ráðinn þessa vertíð á m/b Ársæl sem Karl Guðmundsson frá Viðey átti og var með. Vélstjóri á Ársæli var Alfreð Þorgrímsson (Alli Togga) en hásetarnir fimm voru allir Færeyingar. Á þessari vertíð kynntist Niklas Steinunni Ólafsdóttur og urðu þau kynni til þess að hann ákvað að setjast hér að, hefur búið hér síðan. Þau hjónin keyptu æskuheimili Steinunnar, Bjarg, og fluttu húsið að Vesturvegi 28 þar sem það stendur enn. Steinunn lést 3. janúar 1988. Niklas stundaði ekki lengi sjó eftir að hann settist hér að, hóf störf hjá Hraðfrystistöð Vestmannaeyja 1947 og starfaði þar fram til 1965 er hann réði sig í Fjölni þar sem hann vann um fjögurra ára skeið. En 1970 fór hann aftur í Hraðfrystistöðina.

Tilefni þess að Niklas skrifaði þessa grein, var að fyrir allmörgum árum birtist grein í færeyska blaðinu Suðuroyja tíðindum. Þar var sagt frá sjóslysinu mikla við Langanes 1925, þar sem Nils Petur, faðir Niklasar komst einn af en sjö félagar hans drukknuðu. Þeir voru allir skipverjar á skútunni Riddaranum TG 312 frá Trangisvági. Riddarin var 90 tonna eikarskip, smíðað í Englandi og var 22ja manna áhöfn á honum. Þar sem Niklasi þótti réttu máli hallað í þessari grein, settist hann niður og skráði frásögnina eins og faðir hans hafði sagt honum frá. Sú frásögn birtist hér.

Upphaflega hafði forsvarsmaður þessa blaðs ætlað sér að láta þýða þessa grein yfir á íslensku en eftir að hafa lesið hana yfir, hvarf hann frá þeirri fyrirætlun og því birtist hún hér á móðurmáli höfundarins, færeysku. Ástæða þessa er einkum sú að hið sérstæða tungutak færeyskunnar, mýkt hennar og innileiki skilar sér ekki fyllilega á öðru máli. Þá má skoða það sem virðingarvott við hina fjölmörgu færeysku sjómenn sem hér hafa starfað á liðnum áratugum að Sjómannadagsblað Vestmannaeyja birti grein á þeirra eigin tungu. Og loks hef ég grun um það að margir kunni að hafa ánægju af því að lesa skrif á því máli sem skyldast er okkar eigin. Fæstum ætti að verða skotaskuld úr því. En þar sem nokkur orð í færeysku eru okkur framandi fylgir þeim þýðing í orðalista aftan við greinina.

1) snörið - fœrið
2) keðast - leiðast
3) blíggi - sakka, blý
4) reyv - bakhluti, rass
5) vaðbein - vaðbeygja
6) pös - fata
7) lippa - gella
8) kongur - öryggisnagli fyrir bómu
9) lunka - volgt
10) klyvar - klýftr, fremsta segl á skipi
11) stórsködi - stórskaut
12) sjey dúkur á gron - nœststœrsti klýftr
13) spryti - bugspjót
14) boylur - baula, hringur á bugspjóti

Hjónin á Vesturvegi 28, Steinunn Ólafsdóttir og Niklas Nielsen.

Tað var komin 24. septembur og javndögnið líka verið, hendan morgun lág Riddarin nakað langt úti á nesgrunninum, tí hær fekst störri fiskur en longri inni á grunninum, veðri var gott um morgunin, slættur sjógvur og luftin rein. Riddarin rullaði sær spakuliga á smábárunum sum vóru á sjónum, rætt sum at siga farvæl fyri hesa ferð, tí hetta átti at vera seinasti dagurin á hesum heysti sum menn stóðu við snörið1).
Tað hevði gingið væl at fiska, Riddarin hevði fingið í fulla last av fiski, síðani á Ólavsöku, sum mundi vera um 360 - 370 skippund, men nú vóru menn farnir at keðast2) at kasta og draga sama blíggi3) dag eftir dag, so vikum og mánaðum skifti, og standa við lunningina í somu sporum var troyttandi á hvörjum degi, men nú áttu teir at fara heim og dagurin ætlaði ikki at líða, summir vendu reyvina4) móti vaðbeininum5) so snöri rætt rördist í skoruni, summir hugdu aftur eftir dekkinum har skiparin stóð, spyrja síðani hvönnannan, nær ætlar hann at biða teir draga snörini inn. Kokkurin kemur gangandi fram eftir dekkinum við eini pös6) í hondini fulla av lippum7) sum hann hevði taltúr lippukössunum hjá nökrum monnum hær nærhendis, tæði hann kemur fram fyri kongin8) spyr onkur hann nær skiparin ætlar at lata draga snörini inn, tað veit eg ikki petti um, svarar kokkurin, eg eri ikki skipari her um borð. Eigur tú kaffi í ketlinum, bara lunka9), tað er ikki kaffitíð núnú, annars havi eg hoyrt at hann ætlar sær ikki inn í dag, og fer brosandi niður í lugarið við lippupösini í hondini.
Um tveir ella tríggir sum stóðu har við lunningina, vilja ikki trúgva kokkinum, men seta snörini föst og fara niður í lugarið aftaná kokkinum og spyrja um hetta er sannheit, at hann ætlar ikki inn. Jú so man vera, sigur kokkurin, tað fer eingin inn í so góðum veðri sum nú er, vit fiska her til vestanættin kemur, og fyllir messan og stórsegl, breiðfokku og klyvar10). Tá sigur ein av monnunum sum hær vóru, eg veit at tú lýgur, tá smíltist kokkurin og sigur umleið og hann setur kaffiketilin á kabyssina, jú vit fara inn seinnapartin í dag. Tá íð líða tók á dagin fór vindur at vaxa av norði, og heystaldan ikki sein at vísa seg at hon var komin, so ikki var verandi við snöri frammi á bógnum, uttan í oliuklæðum, stórsködi11) var koyrt út á tamp, men vindurin tað nógvur, at ikki stóð niður og fór alt á flot, menn hildu seg mest niðri í lugarinum rundan um kaffiketilin, táði Mortan skipari sær at veður er spilt og strekkings vindur av norði, biður hann teir at draga snörini inn, og lata menn ikki siga sær tað tvær ferðir, síðani var fokkan hiva upp og sjey dúkur á gronina12), sum sagt er á sjómannamáli. Tað er næststörsti klyvarin sum var brúktur, hann var heysaður upp frammanfyri fokkuna, kröktur í ring, sum er uttan um spryti13), og kallast boylurin14), síðan drigin út á spryti og sett fast, síðani var siglt aftantvörs, til lands og stevnt beint á fontin, sum er ytst á Langanesi har sum vitin stendur. Langanes er lágt og rennandi slætt at síggja frá sjónum, og sum ein strika táði man er langt frá niðri við sjógvarmáli, men hækkar ótrúliga skjótt tá nær kemur, ein kann fara so nær fontinum sum hann vil, tí har er atdjúpt og eingir boðar á leiðini, men nakað uttari í ein landnorðing eystan, út úr nesinum er Langanesröstin, men hana vilja allir vera leysir við, og vera sum næst Langanesfontinum, tað er at siga um ein ætlar at sigla inn sunnan megin nesið.
Sum sagt var Riddarin á leið til lands, menn vóru kátir og glaðir yvir at nú vóru teir á leið heim til konur og börn, og foreldur, tí har vóru nógvir ungir dreingir um borð, sum bara áttu foreldur og systkini heima, á leiðini inn hevði norðanættin vaxi nakað, men væl sigl¬andi við einum repi15) í stórseglinum.

Færeyska skútan Viking (áður Westward Ho) svipuð að gerð og Riddarin. Seglbúnaður er talið frá vinstri: Klýfir, fokka, toppsegl, stórsegl. messi.

Táði komið var infyri fontin lívdi nesið nakað fyri norðanætti-ni, táði siglt var um fýra sjómílur frá fonti, var komið inn ímóti, ella áraka Skálar, frá Skálum og á Kumluvík er stutt, og har fyri innan sæst Eiðisvík, so kemur Fagranes um 5 sjómílur innan fyri Skálar. Táði komið var inn í móti Eiðisvík var klyvarin tikin niður, fokkan drigin upp í bakborð, skjötiniI7) hála inn miðskips og skipið lagt bak til morgunin eftir.
Petur Anthoniussen, oftast kallaður Morkranes, eftir bygdini sum hann var föddur og uppvaxin í, var stýrimaður á Riddaranum.

15) repi - rif í segli
16) áraka - á móts við
17) skjótin - skautið
18) purra - vekja
19) liðug – búin

Hann fekk frívakt klokkan hálgumsjey um kvöldi og törnaði inn við síni vakt, sum átti so at törna út eitfkorter fyri tólv og taka við hundavaktini, sum er klokkan 12 til 4 um náttina, og hevði Petur hana við sínum monnum. Um eitt korter fyrir fíra, er Mortan skipari purraður18) út við síni vakt, alt er í lagi umborð í Riddaranum, skipið liggur bak uttanfyri Kumluvík, men vindur hevur vaxi av norði um náttina, men ikki so, at tað er neyðugt at venda strax, og letur Mortan skipari Petur stýrimann við síni vakt fara undir dekk.
Táði morgunvaktin var liðug19) , var Petur stýrimaður purraður út við sínum monnum, tá var klokkan hálgunátta um morgunin, táði Petur kemur upp á dekk, fer Mortan skipari at tosa við hann, at best var at seta skipsbátin út, áðrin teir fóru niður, teir so gera, taka lensportri frá, skutla bátin út á aðra síðuna, so ikki kom dropi inn í hann, síðani spyr Mortan skipari Petur, um hann ikki mundi vilja fara í land við sínum monnum, tí hann átti deksvakt, Petur sigur at tað er einkið í vegin, eg skal nevna tað við vaktina hjá mær. Um náttina hevði verið strúkur20) í vindi av norði, um sex vindstig, men nú var vindurin væl minkaður, ella niður í eini fýra vindstig, sum kallað er eitt andövsgul.
Petur læt skipið lóna inn ímóti Fagranesi, tí teir vóru hópin langt frá enn. Petur biður menn sína at koma við sær í land, táði teir eru komnir nakað nærri, men teir noktaðu honum og vildu ikki fara, sögdu tað ikki vera veður at fara í land. Petur segði at vindur fór minkandi, og stúri eg ikki fyri at fara í land við javn röskum monnum og tit eru, men har var eingin vilji fyri hond, nú var Petur í vanda sum vón var, og var á báðum ættum hvat gera skuldi, um hann skuldi vekja skiparan, og siga honum hvussi vorið var, men hann læt vera, og bíðaði til vaktin var úti, táði klokkan var tólv var purra út, sum kallað var, Mortan skipari klæðir seg, fer upp á dekk og sær at skipsbáturin hongur afturút og undrast hann hví so má vera, hann sær Petur stýrimann standa frammi við lugarskappan og gongur fram til hansara og sigur.
Eg meini at norðanættin hevur gingið niður, ja sigur Petur, han makaði nakað um níggju tíðina, men tit fóru ikki í land, sigur Mortan. Petur visti ikki hvat siga skuldi, men hann visti að Mortan skipari var av bestu og hampuligastu21) monnum, sum ikki mundi rúka upp eins og norðanvindurin og sigur: Eg fekk ongan við mær, nei sigur Mortan, eg ætli at biðja teir av míni vakt at koma við mær sum vilja. Í tí kemur kokkurin upp og sigur skaffa22). Síðan fer hann aftur í kahúttuna, og sigur tað sama har.

20) strúkur - rok
21) hampuligur - prúður
22) skaffa - borða
23) beiggi - bróðir
24) löta - stund
25) yvaveður - vafaveður

Bærinn í Sumba, fæðingarstaður Niklasar Nielsen

Meðan teir eta, spyr Mortan skipari Niklas beiggja23) sín, um hann hevði hug at koma í land við sær, ja svarar Niklas , tú veitst bröður, at eg man fylgja tær bæði í blíðum og stríðum, sama segði öll skiparavaktin. Táði liðugt var at skaffa, fara allir upp á dekk, tað var nakað nógvur vindur av norði en, sum lá á skeivan inn av nesinum, Mortan hugdi eina lötu24) til veðurs, sigur síðani, dragi bátin fram á síðuna, vit skulu vita hvussi vorið er inni undir Fagranesinum, síðani fóru 8 menn í bátin, ongan grunaði tá, at so nógvir feigir fötur skuldi stíga niður í skipsbátin á Riddaranum og eingin koma aftur, uttan pápi mín - tá sannaðist hitt forna orðatakið, at eingin kann feigum fora ella ófeigum í hel koma.

Síðani var farið frá borði og tóku menn at rógva knáliga, tí nakað langt var í land. Mortan skipari sat afturi í rong og helt beint, pápi mín og onkur annar sótu á toftini. Táði komið var nakað nær lendingini, bað Mortan menn sína at rógva ikki longur enn fyrrenn hann segði til. Inni við Fagranesið er óreint, nógvir boðar og fláðir, so har er ikki farnadi í yvaveðri25) , uttan fyri kunnugar menn, men Mortan var líka kunnugur har, sum undir Sumbiahólmi, tí hær hevði hann farið í land á hvörjum sumri, og oftani á hvörjum sumri. Táði Mortan hevði hugt eftir eina lötu nær best mundi vera at lenda, biður hann menn sínar at byrja aftur at rógva, og biður teir rógva knáliga, men teir hövðu ikki róg meira enn eina litla lötu, tá grunnbrítur frá einum boða tætt við bátin.
Táði Mortan skipari sær hetta ögiliga broti, sær hann strax hvussu vera mundi, og biður allar at leypa fyri borð, so báturin ikki skuldi kvölva yvir teir, teir so gera, uttan pápi mín, hann grípur um toftubekkin har hann hevði siti og róg, síðani reið ólögið yvir bátin og hvölvdi hann, pápi mín var soleiðis klæddur, hann var í tjúkkari vaðmalshettu ið mamma mín hevði seyma honum, sum var bundin saman undir hökuna, í föroyskum undirklæðum, tjúkkari föroyskari troyggju og doppa26) uttanyvir öllum.
Doppar eru ikki til nú, teir vóru vovnir og gjördir úr föroyskari ull, og vóru bæði víðir og síðir, og rukku niður fyri knö. Summir komu frá útlondum, men hesir heimagjördu föroysku vóru mun betri. Tað var kalt í norðanættini, síðani var hann í træstyvlum ella leðurstyvlum og í tvinnum tjúkkum hosum. Nú byrjar eitt ögiligt stríð fyri pápa rrún, táði báturin kvöldist, var pápi mín undir honum, men greyp báðum hondum um toftubekk, báturin fleyt tungt í sjónum, lítil luft undir honum, so pápi mín fékk ikki anda nærtil sum hann skuldi, og av luftleysi sum var undir bátinum, fleyt hann en tyngri. Pápi mín royndi at trísta hövði so langt upp í kjölin sum hann orkaði, og tó skolaði sjógvurin upp í kjölin eisini og gjördi lívið fyri hann dapurt. Hann var á báðum ættum hvat hann skuldi gera, um hann skuldi sleppa sær, tí ómöguligt

Færeyskur bátur við lendinguna í Fugley sem er austust Færeyja og heyrir til „Norðureyjunum.“

26) doppa - vadmálsstakkur
27) svimja - synda
28) nakrastaðar - nokkurs staðar

var at liva leingi og hanga soleiðis og fáa sama sum onga luft men hann visti, at um hann slepti sær, tá var hann deyður, tí hann hevði ikki lært tað ítrótt at læra at svimja27) , og helt sum sagt, at best var at halda sær við bátin meðan hann orkaði og livdi, altíð fleyt báturin tyngri og tyngri, so ikki batnaði livimátin undir honum Sum hann hengur har og stríðist millurri lív og deyða, hoyrir hánn mannamál, og kennir málið í Mortani skipara, sum spyr hvar Petur er, og um teir síggja hann nakrastaðni28 , nei siga hinir, vit síggja hann ikki nakrastaðni. Ikki fekk pápi mín sagt til sín, so trongur var hann.
Tá hava allir 7 komist á kjölin, tí ikki var spurt eftir nökrum uttan Peturi. Alt í einum brítur eitt ólögið sum spreingdi kjælaborði og kom ein long og breið riva í tað, tá var pápi mín so illa farin, at hann visti lítið til sín, ikki heirdi hann nakað til Mortan skipara ella menn hansara eftir tað. Áðrin vardi kom triðja brotið, sum man hava verið nógv störst og skaðiligast táði tað hitti bátin var ein ögiligur brestur, táði avfjaraði sá pápi mín ljósan dag, táði hann hugdi til vigs, tá var báturin brotin av um miðju, so pápi mín livdi mikið betri eftir tað, og noyddist ikki at trísta höfdi upp í kjölin til at fáa at anda, tí tá var komin reglulig luft undir bátaflækið, sum tá fleyt högt í sjónum, so pápi mín fekk hvílt seg nakað av og á, men tíðin var long sum ein kann hugsa sær, so hann fór at föla til stirdleika í fótunum og öklunum, og kuldi at leggjast um hann allan.
Tá fór hann at hugsa heim til mammu mína og okkum börnini og meg, sum var 12 ára gamal hend sama dag 25.09 1927. Um hann nú skuldi fara frá okkum, mundi lagnan29) gerast tung fyri okkum, men við hesa hugsun fekk hann meiri kraft og vilja til at liva og royna at bjarga sær, um bjarging við guds hjálp var mögulig, men Iong var tíðin at líða. At hanga soleiðis undir bátinum niðri í sjónum í óvissu um hvat mundi gerast, ella átti at gerast.
Alt í einum fölur hann nakað hart undir fótunum, hann lyftir föturnar nakað upp, men fölir aftur, at hann kemur ímóti nökrum. Borðstokkurin kemur nidur á ein stein í einum broti, og annað brot fylgdi eftir og slongdi bátin á rættan kjöl í millum klettarnar. Pápi mín helt seg við toftubekk og hyggur út á hav, men har vísti alt seg at vera róligt, tá förkar hann seg nærri borðstokknuim og lorar30) seg niður millum klettarnar, um hann nú ikki grynti, hvat so, jú áðrin vardi földi hann botn, og stóð undir hendu í sjógv tá hann slepti sær, föturnir vóru bæði kaldir og stirdir og armarnir við, so tað tók eina tíð at sleppa forbí klettarnar og upp á turt, tá fyrst földi hann, hvussi kaldur hann var allur. Har sum pápi mín kom á land var nakað frá lendingini, har vóru stórir malagrótsklettar langt út á sjógv og djúpt ímillum klettarnar, táði hann var komin tað langt niðanfrá, at brotin náddu ikki til hann, klæddi hann seg úr leðurstyvlunum og settist niður at vinda hosurnar og fara í aftur.

Faðir greinarhöfundar, Niels Petur Nielsen, 75 ára þegar myndin var tekin, nýkominn af sjó og tekur til hendinni í aðgerð. Nils Petur lést árið 1965.

29) lagnan - lífið
30) lora - siga niður
31) stögga - hinkra
32) sindur - svolítið
33) seyði - sauðfé

Nú skulu vit stögga31) eitt sindur32) at siga frá her, men royna at fáa fatur í Fagranesbóndanum. Henda sama morgun, nakað fyri middag, var Fagranesbóndin sum æt Jón Sigurðsson og húskallur sum hjá honum var, farnir niðan í Selfell, sum er nakað omanfiri Fagranes, at hyggja eftir seyði33) sum ikki hevði komið í rættina táði rikið var, har er rikið hálvan mána fyrr en í Föroyum, táði teir koma niðan á fjallið, síggja teir skijp liggja nakað úti fyri Fagranesinum, og bát sum kemur rógvandi inn ímóti landi, tá í nærri dregur, kenna teir fyrst róðralagið, síðani bátin og sigur bóndin tá:
Eg meini at har kemur Mortan vinur mín við sínum monnum og man eiga örindi til mín. Táði teir eru um tvey til tríhundra metrar frá landi, leggja teir stilt, sum áður sigur. Jón bóndi fylgdist við teimum og sær tá íð ólukkan hendir og eisini tá íð mennirnir sluppu á kjölin, og táði teir brutu av kjölinum aftur og kvurvu í havið. Teir sógu eisini táði báturin brotnaði av um miðuna, men ongar menn í sjónum, eftir at brotið hevði sópa teir av kjölunum, tí Jón bóndi hevði kigara hjá sær, sum hann brúkti at hyggja eftir seyðinum, honum var tungt niðri fyri, at síggja Mortan Nielsen skipara og aðrar vinir sínar drukna fyri eygunum á sær, og fáa einki gjört.
Jón bóndi sigur við húskallin: Far út í haga og tak tan sneiðihvíta hestin og annan til, og kom oman at strondini við teimum, eg man vera har táði tú kemur, eg síggi at annar parturin av bátinum rekur at landi. Tá íð bóndin kemur oman í fjöruna, sær hann mann liggja millum steinarnar og kennir at har er Niels Petur Nielsen. Tekur í hondina á honum og leiðir hann niðan á slætt, og spyr, er her eingin uttan tú, nei sigur pápi mín.
Gud hjálpi mær sigur Jón bóndi, tú hevur hingi undir bátinum í 4 tímar, og er tað eitt stórt undur at tú skuldi halda tað út. Í tí sama kemur húskallurin við báðum hestunum, teir hjálpa pápa mínum up á hin sneiðihvíta og setur bóndin seg sjálvan á sama hestin og hevur pápa mín frammanfyri seg, síðan var hildi heim sum skótast, og var hin sneiðihvíti longu komin heim við tveimun monnum á bakinum, áðrin húskallurin kom á sínum hesti. Táði teir komu inn, bað bóndin konu sína at hita mjólk og leggja tvær dýnur í songina. Tá íð tað var liðugt kom Jon bóndi við eini koniaksflösku og helti væl av hesun góða drykk út í mjólkina og læt pápa mín fáa at drekka, hann var tá longu latin úr vátu klæðunum, síðan fór hann undir tvær dýnur, Jón bóndi og húskallurin lögdu seg hvör við sína lið á honum. Pápi hitnaði skjótt, men hann hevði verið illa kaldur, av at hava hingið í 4 tímar undir bátinum niðri í sjónum. Hann sovnaði skjótt og svav leingi.

Færeyska skútan Jóhanna TG 326 sem kom til Reykjavíkur á sjómannadaginn 1988.

34) bert - aðeins
35) verilsi - herbergi

Við skulu bíða eitt sindur við at siga frá her, og vita hvussi Petur Anthoniussen og menn hansara hava tað umborð í Riddaranum. Petur Anthoniussen stýrimaður undrast hvat er blivi av bátinum íð fór í land, og siglir Riddaranum so nær lendingini sum hann torir, síðan tekur hann kigarin og higgur við honum fram við strondini, tá sær hann nakað liggja niðri í fjöruni, og sær at tað er framparturin av báti, og hyggur betri at - og kennur, at har er komið flækið av stórabáti á Riddaranum, og rættir kokkinum kigaran.
Meg mynnir at Olivur Gaard frá Kvíggjá í Sumba hefur verið við Riddaranum sum kokkur hetta summar. Hann hyggur eina góða lötu at hesum, og sigur so: Hetta er okkara bátur, íð hevur brotna av og riki á land, men hin parturin sæst ikki, men hvat íð hevur gjörst meira má gud vita. Petur stýrimaður biður teir at seta lítla bát út, ofta kallaður ritubáturin, tí nú er veðri gott her og skulu vit fara í land at finna Jón bónda. Teir so gera, síðani fer Petur í bátin og hevur tríggjar menn við sær, rógva í land og gekk væl at lenda, halda síðani til hús, men tá var bóndin hjá pápa mínum, sum ikki var vaknaður. Táði bóndin hoyrir mannamál, klæðir hann seg í og fer fram, tá sær hann Petur stýrimann og teir tríggjar sum við honum vóru.
Petur spyr hvussi vorið er við Mortani og monnum hansara í fóru í land við honum. Hetta hevur sjálvsagt verið ein tung löta at siga frá hesun, men sigur, at báturin hevur gingið burtur við Mortani og monnum hansara, bert34) ein bjargaðist í land, Niels Petur Nielsen sigur Jón bóndi, og er hann enn inni í verilsinum35) og svevur fast.
Táði Petur stýrimaður hoyrir hetta, og teir sum við honum vóru, sigur Petur við teir:„Vit skulu fara umborð aftur". Nei sigur Jón bóndi, bíði her til eg komi aftur, fer inn og biður húskallin koma við sær, og skulu vit ríða inn at flækinum: Teir so gera, táði teir koma haðar, síggja teir tríggjar menn flóta í sjóarmálanum, teir skunda sær haðar, og síggja at Sigurd hjá Katrinu á Rætt er rikin á land, og tveir menn hanga í honum. Sigurd hevði skurð á hövdinum, sum blöddi enn og man hann hava sligist ímóti einum kletti táði hann hevur roynt at bjarga teim-um tveimun sum í honum hingu, men hvussi tað hevur hingi saman, veit eingin at siga frá. Ikki sást nakað á teimum tveimum íð hingu í honum. Teir íð hingu í Sigurdi, vóru Tummas Jakob Stenberg úr Jóansstovu í Sumba og Poul Kærbo estan á úr Sumba. Jón Sigurðsson kendi mennirnar, tí Mortan hevði helst altíð sama manskapin. Jón bóndi biður húskallin at fara heim og biðja Petur stýrimann og teir íð við honum vóru at koma strax, meðan royndi bóndin at fáa teir deyðu flóðfrítt36) .Tað skal ikki gloymast, at Sigurd sum var motorpassari við Riddaranum var av allrabestu svimjarum, eg kendi Sigurd, og man hann hava verið um 20 - 22 ár, og av matastu monnum.

Niklas Nielsen á yngri árum.

Táði Petur stýrimaður og teir í við honum vóru, komu á strondina, var Jóhan Nielsen, sonur Mortan Nielsen skipara rikin, og hekk Niklas Nielsen, beiggi Mortan Nielsen í honum. Jóhan var sum Sigurd av bestu svimjarum, en bert 19 ára gamal.
Jón Sigurðsson bóndi kendi Niklas og allar sum róku á land, uttan Jóhan Nielsen, tí hann hevði verið so stutt við pápa sínum, tí eftir barnaskúlan fór hann í realskúlan á Tvöroyri, og eftir tað fór hann í stýrimannaskúlan í Kjöbinhavn, men var komin heim í summarferiu, og vildi pápi hansara fáa hann við sær ein túr, áðrin hann fór aftur til Danmark, tí meiningin var,at táði stýrimansskúlin var liðugur, at taka stóra kapteineksamiu37) , sum hon nevndist tá, men eitur sjálvsagt onkrum öðrum navni nú.

36) flóðfrítt - upp fyrir sjávarmál
37) kapteineksamia - skipstjórapróf
38) fýggindi - óvinur
39) lýggjanum - Ijánum
40) verðin - heimurinn

Men deyðin er okkara vesti fýggindi38) , og hevur slíkt vopn, sum eingin av okkum stendst, og kolvarpar hærvið alla ætlan mannana. Jóhan var av allarevniligastu monnum til gávur, og var tíverri alt ovgóður og ovungur at vera fyri lýggjanum 39) , sum er deyðin, og teir allir. Men eingin kann feigum forða. Síðani vóru allir teir deyðu sum vóru fim, bornir saman, og so var farið heim við bóndanum, tá var pápi mín vaknaður, og hevði fingið alt tað besta sum til var í húsinum at eta og drekka, og földi sær einki mein. Petur stýrimaður spyr pápa mín, um hann troystar sær at koma umborð ella vera eftir, men hann segðist vera tað væl til passar, at hann helt seg kunna fara við teimum.
Síðani takka allir slíkan blíð-skap og vinarlag sum teimum var víst hær, og fóru til strandar, tí tað var farið at dimma og lota av landnorðingi estan, og vildi Petur stýrimaður sleppa sær avstað sum fyrst, tí ritubáturin hjá teimum var lítil, og fóru Jón bóndi og húskallurin við teimum, síðani var báturin settur aftur á flot, og máttu teir fara tvær ferðir, tí báturin bar ikki meir í einum, men áðrin teir fóru avstað, leygðist bóndin á knæ hjá teimum deyðu, og takkaði teimum sín góða vinskap íð hesir menn hövdu víst sær meðan teir livdu, og bað gud at goyma sálir teirra. Jón Sigurðsson var sorgmöddur (rördur) ráði teir skildust, men verðin40) hon gevur ei mætari lön.

Táði allir vóru umborð komnir, var hildið,at nú átti at fara suður á Seyðisfjörð, men Petur Anthoniusen sum tá var skipari sigldi út við nesinum í ein landnoring estan, táði komið var tvörs av Skálum, sum er um 5 sjómílir uttanfyri Fagranes, var strúkur í vindi beint ímóti, tað fattaði eingin hví hann vildi pressa móti norðestan veðrinum, tí frá Skála og út á Langanesfontin eru 4 sjómílir, men hildi var áfram móti veðrin og vindi, táði komið var út á Fontin, var hvassur vindur.
Riddarin hevði bara 60 hestar motor, sum var settur í hann heystið áður, men táði so nógvur vindur var blivin, hevði motorurin so lítið at siga, men teir sluppu norður fyri nesið við illan leik, og vóru nærum farnir á land. Táði komið var norður fyri nesið, og tvörs av Skurvík, sum er uttarliga á nesinum norðanmegin, var góð sigling aftan tvörs inn móti Brimnesi. Áfram var hildi og longri inn við nesinum, inn fyri Læknastaðir. Flaggið heisað í hálva stong og lagt stilt uttanfyri Tórshavn, har var lækni, tan eini vist sum tá var millum Húsavíkur og Seydisfjörin tá í tíðini.
Nú eru allir hesir bóndagarðarnir í oyði, men eftir standa fallin hús og hús á fallandi fóti, men allastaðni grönur bövur,41) har sum hetta vinaliga fólk átti einaferð heima. Sonur Jón Sigurðssonar bónda á Fagranesið æt Sigurður, og man hann hava verið senasti bóndi har, táði Fagranes legðist í oyði.

41) grönur bövur - grœnt tún
42) greiðum - tœkjum
45) brúgv - bryggja

Höfundurinn, Niklas ásamt tíkinni Lísu.

Sum sagt frammanundan legði Riddarin stilt uttanfyri Tórshavn, og flaggaði í hálvari stong. Táði menn í landi sóu Riddaran - tí tá í tíðini vóru ongar telefonir umborð í skipum, ikki radio heldur, tí utvarpsstöðin í Reykjavík opnaði ikki fyrrenn 1929 - 1930.
Men sum sagt, táði menn í landi sóu Riddaran slíkan, mannaðu teir bát og róðu út at skipinum og spurdu hvat feilti. Petur Antoniussen, sum tá var skipari sigur: Vit hava mann umborð, og ynskja vit at læknirin tekur rönkenmind av honum, vera gjögnumlýstur. Pápi mín seygðist föla seg væl, tí fór hann hesa leiðina við honum til lækna, sum var so nógv styttri enn undan Fagranesið og suður á Seydisfjörðin, men sum sagt gjördi Petur hetta fyri pápa mín, tí hann vildi vera sikkur í um tað var farandi við honum heim. Síðani fór pápi mín í land og var hann undirsöktur við öllum teim greiðum42) sum til vóru á sjúkrahúsinum har á staðnum tá í tíðini. Tað kom brátt í ljós, at hjarta hevði fingið stóran skaða og nærum sprungið, og mátti pápi mín siga alla söguna um seg, hvat hann hevði mát tola undir bátinum í fýra tímar, tá risti doktarin hövdi - og segði, at eftir síni meining, mundi eingin maður tola hetta, at liggja undir kvölvdum báti í fýra tímar, og fáa nærum onga luft at byrja við, og sigur við pápa mín:
Tú mást passa teg væl, og gera ikki ov stríggi arbeiði ) , tí hjarta man ikki tola tað, hvörki nú ella seinni. Síðani fór pápi umborð aftur, og á ný var pressað út á nesið móti landnoringinum. Táði komið var suður fyri Fontin, var lagt á Bakkaflógva suður fyri Vopna-fjörð og Bjarnaroj við Kolmúla. Áfram var hildi og siglt tvörtunum Héraðsflógva, Borgarfjörð og í Glettinganes, haðani var stevnan tikin í Múlan, sum er sunnan fyri Loðmundarfjörð, siglt fyri Múlan og inn á Seyðisfjörð, sum er 12 sjómílir langur, og tveir tímar at sigla við slupp ) tá í tíðini inn at brúgvni45) , haðar fór Riddarin við teimum deyðu, tí har áttu teir at leggja beinini, síðani var havt samband við prestin, og var alt gjört fyri teir sum neyðugt var, og vóru allir fimm lagdir í eina gröv. Á Seyðisfirði kendu allir Mortan Nielsen skipara, og flesta íð við honum vóru, tí hann hevði sum áður sigur, sama mannskapin, so gott sum ár eftir ár. Kirkjan var full av fólki, sum var við jarðarförina, röðan hjá prestinum var góð, og eigur at vera til enn. Teir sum doyðu, vóru Mortan Nielsen skipari. Niklas Nielsen, beiggi hansara. Jóhan Nielsen, sonur skiparans. Tummas Jakob Stenberg. Sofus Kristiansen og Poul Kærbo, allir frá Sumba. Sigurd hjá Katrinu á rætt, var frá Tvöroyri, og var motorpassari við Riddarinum, bara pápi mín bjargaðist, og er tað besta föðingardagsgáva íð eg havi fyngið á ævi míni, at fáa hann aftur.

Mortan Nielsen skipari og Sofus Kristiansen róku ikki, og hin helvtin av bátinum rak ikki heldur, og hevur ikki funnist enn. Seinni um heysti rak hond av manni á land við gullringi á, innan í ringinum stóð navni á Elspu Nielsen, konu Mortans skipara íð var ættað úr Skemmuni í Sumba.
Tveim dögum seinni var so hildi heim, og gekk ferðin væl, og vóru komnir heim um mánaskifti september og oktobur, og kann eg ikki at hava hesa sögu longri.
Livi heil, í guds friði.

striggi arbeiði - erfiðisvinna
2 slupp – skúta